Føroyskur dansur verður á Nordatlantens Brygge Leygardagin 10. november kl. 20.00 verður høvi at fara upp á gólv á Nordatlantens Brygge. Nólsoyar dansifelag fer at standa fyri tiltakinum. Tey koma framvið Nordatlantens Brygge á teirra norðurlendsku dansiturné. Hetta kvøldið verður møguleiki fyri at hoyra um føroyskan dans og eisini vera við í dansinum.
Atgongumerkir: 40 kr










