Tá ið steypafinalurnar í flogbólti verða leiktar komandi leygardag verður tað við einum føroyingi sum høvuðsdómara. Vanliga hevur Flogbóltssambandið fingið útlendskan dómara til finalurnar, men hesaferð verður tað okkara egni altjóða dómari, Jan Hentze, ið skal døma finalurnar millum ávíkavist TB og Mjølnir hjá kvinnunum og TB og SÍ hjá monnunum. Hjálpardómari hjá Jan Hentze verður Tummas Óli Mortensen.










