Tað er ikki bara í Føroyum, at veðrið er illfýsið. Tað er tað eisini í Íslandi. So var eisini í gjár, tá tað var somikið ringt veður, at ein bussur við einum føroyskum ferðalag fór út av vegnum í vindi og hálku. Hendingin fór fram í Langadali vestan fyri Egilsstaðir.
Tað skrivar íslendska Morgunblaðið.
53 ferðafólk vórðu í bussinum, men tíbetur kom eingin til skaða.
Har var nógvur vindur í økinum í gjár. Tað var upp í 40 m/s í hvirvlunum umframt hálku á vegnum.
Tað vórðu ikki bert føroyingar, ið komu illa fyri. Sambært Morgunblaðnum vórðu um 200 fólk á Egilsstøðum, ið sótu veðurføst.