Føroyskur íblástur til danskan tónleikara

Annemarie Zimakoff, sum spælir í Sirkus í Havn 2. juli, gevur í næstum fløgu út, sum hon hevur lagt síðstu hond á, meðan hon hevur búð í Føroyum. Zimakoff er eitt kent andlit í Danmark, har hon hevur givið tvær fløgur út, sum hava verið nógv róstar. Eisini hevur hon verið tilnevnd til Danish Music Awards í bólkinum Best Alternative Act, umframt at hon gjørdi eitt lag til sera vælumtókta filmin Klovn The Movie, sum nógvir føroyingar sóu í Havnar Bio.

 

2. juli hevur Annemarie Zimakoff útgávukonsert í Sirkus í Vágsbotni í Havn. Hon hevur búð í Føroyum síðani februar, har hon fekk íblástur til seinasta lagið á fløguni og annars gjørdi seg lidna við hana. Zimakoff hevur spælt konsertir bæði í Havn og í Klaksvík og hevur eisini tikið lut í singer/songwriter-kappingini, sum var á Café Kasper fyrr í ár.