Norðurlandahúsið og Dansifelagið í Havn fara aftur í vetur at hava føroyskan dans fyri børnum og tað verður hvørt fríggjakvøld kl. 20.00
Fyrsta dansitiltak var 21. Oktober, tá ið eitt nú Ormurin Langi og Harra Pætur og Elinborg vóru á skránni.
Í annaðkvøld verður tað Sigmunds kvæði yngra, Gulbrands kvæði, Hr. Sinklar, Ólavur Riddararós, Øskudólgur, Kall og svein ungi, Burtur á heiði og Veturin kom.
Norðurlandahúsið sigur á heimasíðuni, at enn er ikki avgjørt hvør skal skipa, tí ætlanin er at fáa ung sum gomul at skipa, um áhugi er fyri tí.
Dansað verður hvørt fríggjakvøld fram til 10. Februar, tá ið seinastu dansidagurin er á skránni.
Meira kann lesast um tiltakið á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum nlh.fo