Mánamorgunin var ein rættiliga sermerkt kravgonga í Keypmannahavn Tað var ein bólkur av fólki, sum gekk á leiðini við Christiania í?Keypmannahavn og kravdi, at hassj verður gjørt lógligt.
Mitt í rúgvuni gekk ein maður í føroyskum klæðum.
Tað var formaðurin í felagnum Hampafólk, Arnfinnur í Birtuni, sum brúkti?hetta høvið til at fáa føroysk klæðini upp í stríði fyri fríum hassji.
Í mótmælisgonguni kallaði hann seg Nólsoyar Páll og ætlanin var, at hann?skuldi halda røðu fyri 10.000 fólkum í Keypmannahavn í morgun, sigur hann á?Facebook, haðani myndin er.
Hann sigur eisini, at eitt endamál við hesum er at provokera her heima í?Føroyum.