Føroyskur bólkur nær altjóða gjøgnumbroti

Gaffa skrivar grein um Danny & The Veetos og um altjóða gjøgnumbrot.

Danska tónleikatíðarritið Gaffa hevur grein um føroyska tónleikabólkin Danny & The Veetos, og teirra framtíðardreymar um eitt altjóða gjøgnumbrot.

 

 

Færøsk band er på vippen til internationalt gennembrud.

 

 

Soleis ljóðar yvirskriftin á greinini í gaffa.dk, og tá viðkenda tíðarritið leggur so nógv fyri, sum at spáa so bjarat framtíð fyri bólkin, so fer hetta neyvan afturvið borðinum, uttan at fólk leggja hetta til merkis.

 

 

Í greinini hittir Gaffa bólkin, og prátar um søgu og framtíð og dreymar. Og um, at teir nú skriva allar sínar tekstir á enskum, tí gjøgnumbrotið kanska er fyri framman. Fleiri løg hjá Danny & The Veetos eru knýtt at net-greinini, eins og upplýst verður, at bólkurin í januar spælir konsert á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn.

 

 

Danny & The Veetos eru gestir á palli til stóra nýggjárshaldið í Vági, har Jens Marni Hansen annars spælir til nýggjársdansin.

 

 

Greinin í gaffa.dk sæs her:

 

gaffa.dk/nyhed/124005/faerosk-band-er-pa-vippen-til-internationalt-gennembrud/