Føroyskur bólkur møguleika at sleppa í finaluna

Í kvøld skal føroyski bólkurin, The Dreams, royna at sleppa í finaluna í donsku Grand Prix kappingini. Føroyingar kunnu atkvøða og stuðla bólkinum og niðanfyri greiða vit frá, hvussu føroyingar skulu bera seg at fyri at atkvøða Í dag er ikki bara ein spennandi daguri politikki.

Hetta er eisini ein sera spennandi dagur hjá føryskum tónleiki, tí tað er í kvøld, at føroyski tónleikabólkurin, The Dreams, tekur lut í danska melodi grand prix kappingini.

Sendingin verður send beinleiðis á DR 1 frá klokkan 19, men av ti, at løgtingsval er, verður sendingin ikki sendi føroyska sjónvarpinum fyrrenn seinni í kvøld.

Sendingin á Dr 1 er liðug klokkan 20.20, so hon varðar ikki meiri enn ein góðan tíma. sostatt er gott høvi at fylgja við í Grand Prix, uttan at missa nakað serligt av løgtingsvalinum

Sangurin hjá The Dreams er nummar 8 og hann eitur ?la mig være?

Føroyingar kunnu eisini atkvøða um, hvør skal sleppa víðari í finaluna og teir føroyingar, sum hava hug at atkvøða fyri The Dreams og stuðla teimum í at koma í finaluna, skulu senda eini sms boð beinleiðis til 1212 og skriva: sang 08, altso sang ?millumrúm- 08 og tað skal ikki skrivast 0045 frammanfyri nummarið 1212.

Men tey, sum hava hug at atkvøða, mugu hyggja eftir DR 1, tí tá ið føroyska sjónvarpið sendir frá kappingini, er tað ov seint at atkvøða.