Tá Grønlands Fiskerilicenskontrol (GFLK) skuldi hava nýggjan vaktarbát, sendu teir útbjóðingartilfar til 20 ymiskar framleiðarar um at byggja bátin. Tað bleiv AWi Føroyar í Runavík, sum fekk ordran, og báturin er nú liðugur og sjósettur. AWI Boats hevur selt millum 65 og 70 bátar bátar til Grønlands, so teir eru kendir og royndir í farvatninum har.
Báturin er upprunaliga ein AWI Star 35, sum er uppbygdur eftir ynskinum hjá grønlendsku myndugleikunum við t.d. størri kabinu og arbeiðsplattformi aftan fyri húsið. Eyðun Anthoniussen sigur, at tað eru serlig krøv til bátar, sum skulu sigla arktiskum umhvørvi. Skrokkurin verður gjørdur úr serligum glastrevjatilfari, sum t.d. tolir at sigla gjøgnum ís. Báturin er annars sera væl bjálvaður við termorútum og hitablásarunm til forrútarnar.
Báturin er bygdur og liðugtgjørdur á verksmiðjuni hjá AWI-Føroyar í Runavík, sum eisini hevur gjørt alt timburarbeiðið umborð. KJ Hydraulik á Kambsdali hevur gjørt hydrauliska arbeiðið og leverað og monterað krana og spæl, BS Tøkni í Saltangará hevur gjørt alt el-arbeiði og monterað eldsløkkianleggi, Andersens Beding á Strondum hevur installerað motorin, HGV í Runavík hevur leverað og monterað oljufýr, ketil, radiatorar og installerað nógv ymiskt annað, maskinverkstaðurin UniVice í Runavík hevur gjørt alt tað rustfría arbeiðið, Radiobúðin í Runavík hevur leverað og intstallerað og alla nautisku útgerðina og onnur tól, Sjótek á Strondum hevur arbeitt við øllum góðkenningum og sambandi við danska skipaeftirlitið, Arni Carlsen á Toftum hevur gjørt tekningar til bátin og annað sølutilfar, Reklamuvirkið SKELTIÐ í Runavík hevur gjørt prentlutir og navna- og nummarskeltir.
Tað var Aðalstein Antoniussen, sum byrjaði at byggja glastrevjabátar í 1973 í Danmark. Í 1981 flutti hann framleiðsluna til Føroya, og fyritøkan hevur síðan hildið til í Runavík. Fyritøkan hevur hesi árini framleitt 300 AWI-bátar í ymiskum støddum. AWI Føroyar, sum heldur til í eini 800 fermetra stórari høll í Runavík, er góðkend av Det Norske Veritas og Skipaeftirlitinum til framleiðslu og umvæling av glastrevjabátum. Stjóri í AWI Føroyar er Eyðun Anthoniussen.