Føroyskur Amagermeistari

Tríggir føroyingar lógu alla kappingina í oddinum, og loksins varð Heini Olsen tann stinnasti tá hann ikki gjørdi mætari enn at vinna Amagermeistaraheitið

Talv

Klaksvíkingurin Heini Olsen, sum seinastu mongu árini hevur havt bústað á Amager, má kenna seg heima á oyggjuni Amager. Úrslitini í Amagermeistaraheitinum hava nevnliga síðani 1999 fløskað seg rættiliga væl hjá honum, og í ár bardi Heini seg uppá sjálvan tindin. 50 telvarar luttóku.
Stríðið í toppinum var í fullum blóma innan seinasta umfar. Tveir danir lógu fremstir við fimm stigum av seks møguligum, meðan Heini Olsen, saman við eitt nú Carl Eli N. Samuelsen og fýra øðrum telvarum, hevði hálvtfimta stig. Eyðun Nolsøe og Arild Rimestad høvdu ávíkavist fýra og hálvtfjórða stig undan hesum veruliga finaluumfari.
Heini vann sítt talv móti øðrum oddamanninum (Finn Nøhr, sum telvar við Talvfelagnum Føroyar í ár), og tá hin oddamaðurin somuleðis tapti endaði Heini saman við tveimum øðrum á fyrsta plássinum við 5,5 stigum. Heini hevði bestu mótstøðustig, og vann tí officielt Amagermeistaraheitið 2002.
Carl Eli hevði møguleika at enda ovastur, men javnleikurin móti 67 ára gamla veterananum Nils Nilsson rakk ikki longur til enn eitt fjórða pláss, hálvt stig aftanfyri vinnarnar. Eyðun fekk eins og Carl Eli fimm stig, tá hann vann á Miriam Olsen, meðan Arild endaði við hálvumfjórða stigi.

Meting av føroysku avrikunum
Av føroyingunum skaraði Heini framúr. Ikki bert á stigatalvuni, men telvingin var bæði nærlagd og eitt vet tryggari enn hjá hinum landsmonnunum. Bert ein svipsari var hjá Heina, tá hann í sætta umfari tapti ímóti Peter Larsen (2280), men annars tykist fimmfaldaði føroyameistarin at vera í góðum formi, sum vit best kenna hann.
Hin klaksvíkingurin, Eyðun, var heldur svingandi í sínari telving. Hann legði út sum ein stormur við fýra stigum av fýra møguligum. Men í fimta og sætta umfari mátti hann lúta, móti eitt nú Heina, og tá varð ov seint at venda skútuni. Eyðun vann tó sjeynda umfar, og fekk fimm stig, sum var eitt petti undir væntaðu skoruna. Telving hansara varð merkt av góðum vinnaravilja (vann fimm, tapti tvey), og onkuntíð hendir tað at ein tá leypir nakað framav.
Greinskrivarin tapti einki talv, men vann hinvegin bert trý talv, og leikti heili fýra javnleikir. Telving hansara var kanska ov trygg, men eitt vet rætta vegin á føroyska ratinglistanum eftir kappingina ger, at hesin hóast alt er hampiliga nøgdur við avrikið. Arild snávaði í seinasta umfarinum móti lægri styrkismettum telvara. Innan hetta talv hevði Arild eina hampiliga kapping.
Alt í alt góð føroysk avrik, har tríggir av føroyingunum myndaðu toppin.