Føroysku útlendingarnir vunnu vinardystin

Á vestanstevnu leygardagin varð leiktur ein serligur vinardystur. Útlendsku fótbóltsleikararnir í Føroyum vóru savnaðir á einum liði, og leiktu teir ímóti einum Vágaliði

Fótbóltur

 

Dysturin varð fyriskipaður og leiktur við tí fyri eyga, at varpa meira ljós á trupulleikan við rasismu í føroyskum fótbólti.

Rasisma í føroyskum fótbólti hevur víst seg at vera ein afturvendandi trupulleiki, og Alexandre Braga úr FS Vágum, bar so í bandi, at savna so nógvar útlendingar til dystin sum tilber. Og tað má sigast at hava hilnast sera væl hjá brasiliumanninum, sum fekk savnað so at siga allar útlendsku leikararnir.

Sjálvur dysturin eydnaðist eisini sera væl, og varð hann leiktur við góðum ítróttaranda frammanfyri teimum 200-300 áskoðarunum, sum høvdu sýnt tiltakinum áhuga bara við at møta upp, og hyggja at tí í løtum vakra fótbóltsspælinum.

 

Vágaliðið – Útlendingaliðið 3-1 (1-1)

1-0, Jack Joensen

1-1, Alex Castilho

1-2, Anderson Castilho

1-3, Clayton Soares

 

Vágaliðið:

Trygvi Askham, Hans Arni Ellefsen, Gunnar Haraldsen, FSV-04, Jack Joensen, Ingi V. Joensen, SÍ, Tór-Ingar Akselsen, HB, Jens Erik Rasmussen, Ebbe Kristinn, Kim Poulsen Jørgin Meitilberg, SÍ, Johan Hendrik, MB

Innskiftir: Esmar Fagraberg, MB, Dann Johannesen, B36, Hans Fróði, SÍ, Ingi-Ole Jacobsen, SÍ

 

Útlendingaliðið:

Marcin Dawid, HB, Flávio, Fábio, B71, Robson, GÍ, Alex Dos Santos, Amed Davy Sylla, B36, Gunnar G. Nielsen, Erik G. Nielsen, KÍ, Jovan Panic, FSV-04, Alex Castilho, B68,

Krzyzstof Popczynski, TB

Innskiftir: Silva, Heron Charles, FSV-04, Wellington, B71, Heron Charles, FSV-04, Anderson Castilho, NSÍ, Clayton Soares, B71