Føroysku tónleikainnsløgini á Funky Faroe Islands vaktu ans

Fleiri av umboðunum fyri tónleikaídnaðin og bretsku fjølmiðlarnir, ið vitaðu Funky Faroe Islands dámdu væl framførslurnar hjá Eivør og Teiti.

Funky Faroe Islands
  
Heilt fitt av fólki úr tónleikaídnaðinum var komið saman til Funky Faroe Islands. Har vóru umboð fyri bløð sum Mojo, Kerrang, Playlouder, fyri MTV, plátufeløg, bookingfeløg og aðrir talentskótar. Tey upplivdu kongin og drotningina innan føroyskar tónleik Teitur og Eivør framføra nøkur av sínum løgum. Eivør spældi eina fjøllbroytta skrá, ið umboðaðu hennara fjølbroyttu yrkisleið higartil. Hon legði fyri við Hjarta mítt, eitt lag, ið vísir ræddarstyrkina og sum er eitt av hennara sterkastu løgum. Hon fór víðari til ein spildur nýggjan sang, ið hon hevði skrivað til Móður Theresu. Lagið hevði nokkso beinleiðis tilvísingar til Louis Louis hjá Teiti, og snúðið seg um, at Móður Theresa skuldi koma aftur og bjarga okkum. Um tilvísingin var tilætlað eri eg ikki greiður yvir. Lagið var á enskum og var eitt sindur í trá við tann kontrikenda stílin, ið Eivør spældi saman við Bill Bourne. Lagið var ikki tað besta, ið Eivør hevur gjørt, men var á onkran hátt nokkso fitt. Hennara fjølbroytni kom aftur til sjóndar tá Trøllabundin var á skránni, áðrenn hon endaði við tí eitt sindur  kontrikenda og amerikanskt íblásta Coloured Road, ið ivaleyst er besta lagið hjá Eivør innan hesa sjangru. Fleiri fjølmiðlafólk og onkur talentskóti, vísti Eivør stóran áhuga eftir konsertina. Teitur átti alt hølið. Frá tí løtuni, hann byrjaði at spæla I Was Just Thinking, vóru áhoyrarnir bodnir inn í Teiturland, har hann segði frá søgum á sín egna sjarmerandi hátt. Løgini Josephine og Guilt By Association leiddu upp til núverandi stakfløguna Louis Louis, ein akkustisk útgáva av lagnum við bert Teiti, ið ikki heilt livdi upp til útgávuna av lagnum, ið vit kenna av fløgu og konsert, har hann spælir saman við bólki sínum. Eitt stutt og sera kekkað sett, ið eisini vakti ans millum tey, ið umboðaðu ídnaðin á tiltakinum