Hesi seinastu 13 árini hava føroysku politikararnir nápað næstan eina heila milliard frá teimum føroysku sjúkrahúsinum.
Hetta sæst á einum yvirliti, sum serfrøðingar hava gjørt, og sum vit hava fingið fatur á.
Áðrenn vit fingu blokkin var ríkisstuðulin úr Danmark ein ávísur prosentpartur av ymsum útreiðslum í Føroyum.
Men síðani er prosentparturin, sum sjúkrahúsverkið fær av blokkinum, alsamt minkaður soleiðis, at tey trý sjúkrahúsini fáa nú nógv minni part av blokkinum, enn tey fingu av tí gamla ríkisstuðulin.
Tað sæst, at hesi seinastu 13 árini, síðani blokkurin kom, hava tey trý sjúkrahúsini soleiðis mist næstan eina milliard tilsamans.
Skuldi sjúkrahúsini framvegis fingið sama prosentpart av blokkinum, sum tey fingu av gomlu ríkisveitingini, skuldi játtanin til heilsuverkið verið um 100 milliónir hægdi um árið.
Í ár er játtanin til heilsuverkið 363.224 milliónir, men varð játanin hækka við somu ferð sum blokkurin, skuldi játtanin verið 461.546 milliónir.
Tað sæst eisini á yvirlitinum, at menningin í føroyska sjúkrahúsverkinum hevur eisini verið nógv minni enn í Danmark, tí har er játtanin vaksin nógv skjótari enn í Føroyum.
Verður 1998 sett til hundrað, er vísitalið fyri blokkin í ár komið uppá 142, men játtanin til sjúkrahúsverkið er bara komin upp á 111 Í 1998 var játtnin til danska sjúkrahúsverkið komið upp á 124.