Føroysku oljufeløgini í góðum selskapi - saman við StatoilHydro

Triðja útbjóðingarumfar til oljuleiting í føroyskum øki latið aftur. Føroysku partaeigararnir í føroysku oljufeløgini kunnu fegnast um at vera í bólki saman við oljurisanum StatoilHydro.

Tíðindaskriv fra Jarðfeingi

 

 

Tann 11. juli 2008 varð 3. útbjóðingarumfar til kolvetnisleiting latið upp, og freistin at lata inn umsóknir var úti á middegi í dag. Jarðfeingi hevur móttikið tríggjar umsóknir frá tilsamans fimm feløgum.

 

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur: -“Vit høvdu kanska vónað at fáa fleiri enn tríggjar umsóknir, men vit fegnast um, at feløg við stórum kunnleika til føroyska økið framhaldandi síggja møguleikar her. Nógv leitivirksemi er í teimum verandi 11 loyvunum, og við loyvunum, sum nú væntandi verða latin, verður virksemið økt og samstundis víðkað til nýggj øki. Tað er mín vón at hetta virksemið førir til, at kolvetni verða funnin í rakstarverdum nøgdum, soleiðis at Føroyar búskaparliga fáa fleiri bein at standa á .”

 

Miðað verður ímóti at avgreiða umsóknirnar í hesum árinum.

 

Feløgini, ið søkt hava, eru:

 

Atlantic Petroleum

DONG Energy

Føroya Kolvetni

GeysirPetroleum

StatoilHydro