Føroysku liðini tóku seg fram

Havnar Fimleikafelag og Støkk tóku um vikuskiftið lut í HM-kappingini í estetiskum fimleiki. 28 lið vóru við í kappingini, og føroysku feløgini gjørdust ávikavist nummar 22 og 24. Havnar fimleikafelag fekk 18,80 stig og Støkk fekk 17,50 stig. Vinnandi liðið varð estlendska GC Janika, sum vann framman fyri bulgarska landsliðið.