Bæði føroyska A-landsliðið og U-21 landsliðið skulu týsdagin spæla í Serbia. Ferðalagið fór avstað í dag og kom fram í øllum góðum, eftir at hava millumlent í Billund.
Lagið í ferðalagnum er gott eftir frálíka úrslitið í gjár móti italsku stjørninum. Farið var úr Vágum kl 15.00 og síðani til Billund at fylla tangan. Síðani varð kósin sett móti Serbia og høvðusstaðnum Beograd.
Um átta tíðina føroyska tíð lendi føroyska ferðalagið í serbiska høvðusstaðnum. Veðrið er av tí besta. Tað er stilt og nakað yvir tjúgu hitastig.
Alandsliðið skal spæla og búgva í høvðusstaðnum, meðan U-21 landsliðið skal spæla og búgva einar 200 kilometrar frá Beograd.