Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti spældi í dag fyrsta dystin í EM fyri smátjóðir í Luksemburg. Dysturin var móti Kypros. Føroysku kvinnurnar vistu, at talan var um eina stóra avbjóðing, tí í mai í fjør tapti Føroyar 3-1 móti Kypros í Føroyum.
Dysturin endaði við einum greiðum 3-0 sigri til Kypros. Settúrslitini vóru 25-12, 25-17 og 26-24. Sum sæst komu føroysku kvinnurnar betri við í spælið, sum dysturin leið og í triðja settið lógu føroysku kvinnurnar á odda eitt fitt skifti.
Føroysku kvinnurnar fingu eisini ein settbólt, tá støðan gjørdist 24-23 til Føroyar, men síðani vann Kypros tríggjar bóltar á rað og vann harvið settið 26-24 og dystin 3-0.
Næsti dysturin hjá føroysku kvinnunum verður klokkan 13 í morgin móti Íslandi. Sunnudagin skal Føroyar spæla tveir dystir, á miðdegi móti Skottlandi og klokkan 18 móti vertstjóðini Luksemburg.