Hóast aldurin var til okkara fyrimun, so var tað ikki stórvegis, sum føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti fekk gjørt við danska U18-landsliðið. Eitt landslið, sum fyri stuttum vann EM-heitið.
Frá byrjan høvdu gestirnir nógv meira ferð á enn okkara, og áðrenn føroyska liðið veruliga hevði vent sær, stóð 1-10 á máltalvuni.
Fyrra hálvleik megnaðu okkara lítið og einki, men eftir steðgin gekk tó nakað betur, hóast danska mótstøðan støðugt var við yvirlutan.
Føroyar-Danmark U18 17-34 (8-20)