Føroysku áhugamálini varðveitt

Ársfundur Norðurlandaráðsins hevur í hesum døgum verið hildin í Íslandi. Norðurlendsku samstarvsráðharrarnir hava samtykt fíggjarætlanina fyri 2011 áljóðandi 900 milliónir kr. -Fíggjarætlanin er merkt av sparingum, og tískil hevur verið neyðugt at fremja ávísar tillagingar í virkseminum og at raðfesta, hvørji mál hava størst týdning. Ymsir norðurlendskir stovnar eru lagdir saman, og játtanin hjá mongum stovnum er lækkað, sigur Uttanríkisráðið í dag.

-Tað sera gott, at játtanin til økini, sum hava serliga stóran týdning fyri Føroyar, kortini verður líka stór næsta ár. Eg hugsi um Norðurlandahúsið, NORA og mentanargrunnin. Játtanin til norðurlendskt tænastumannaumbýti er komið aftur á fíggjarætlanina fyri næsta ár. Sostatt kunnu fólk í føroysku fyrisitingini eisini fáa royndir at starvast í einum øðrum Norðurlandi eitt ávíst tíðarskeið, sigur Jørgen Niclasen, norðurlendskur samstarvsráðharri.