Føroysku hetjurnar koma heim í kvøld

Føroysku itróttarfólkini, sum framdu eitt bragd á oyggjaleikunum í Álandi, sum ongantíð er sæð fyrr, koma heim aftur longu í kvøld.

Tey koma heim við tveimum flogførum og Atlantsflog upplýsir á heimasíðu síni, at væntandi setir tað fyrsta flogfarið úr Álandi seg í Vágum umleið klokkan 20.15. beinleiðis úr Álandi og tað seinna flogfarið setir seg klokkan 23.55.

Men tað kann henda, at heimkoman verður flutt eitt sindur bæði aftur og fram. Væntandi verður neyðugt hjá tí seinna flogfarinum at millumlenda í Bergen at bunkra, men tað kann eisini henda, at tað ikki verður neyðugt og so lendir tað nakað fyrr.

Men tað ber til at fylgja við á heimasíðuni hjá Atlantsflogi, sum er á www.atlantic.fo og so skal ein fara undir ?Ferðslan í dag?, har allir upplýsingar eru at finna.