Tað var føroyski bólkurin, Hamferð, sum vann altjóða kappingina, Wacken Metal-Battle 2012
Tað varð kunngjørt á Wacken festivalinum í Týsklandi í kvøld og sostatt er Hamferð kósin best bólkur ímillum bólkar úr 33 londum.
Wacken er størsti festivalurin innan tungmálm og hetta er 22. árið at hann verður hildin.
Í 2004 byrjaði altjóða kappingin á Wacken fyri nýggjar, ókendar bólkar og tey, sum hava vunnið hesar kappingar, eru síðani vorðin kend nøvn.
Hamferð vann føroysku kappingini, sum Norðurlandahúsið og Tutl skipaðu fyri, í mars mánaði.
Fróði Stenberg, sum samskipaði Wacken Metal Battle Føroyar, sigur, at teir norðurlendsku bólkarnir hava spælt sera væl á Wacken, og Hamferð fekk eisini nógv rós aftaná framførsluna mikukvøldið.
Og eftir at Hamferð hevði spælt tvey av egnu løgum, varð staðfest, at Hamferð fekk flest stig frá 33 dómaraum, og gjørdist tískil vinnarar.
Við hesum sigrinum hevur Hamferð vunnið ein plátusáttmála frá heimsumfatandi plátufelagið NUCLEAR BLAST.
Hamferð varð stovnað í 2008 og teir spæla mest Doom Metal. Hamferð vann Sement í 2010 og gav sína fyrstu EP út í sama ár og hon hevur fingið góð ummæli. Síðani hava teir spælt á fleiri festivalum. Somuleiðis hava teir spælt í Íslandi og verið á rundferð í Evropa saman við Týr.
Hamferð eru:
Jón Hansen - vocals
John Egholm - guitar
Theodor Kapnas - guitar
Remi Johannesen - drums
Esmar Joensen - keys
Jenus í Trøðini - bass