Fyri góðum hálvum øðrum ári síðani setti Undirvísingar- og Mentamálastýrið eina nevnd at gera eitt tilmæli um hvat skal gerast fyri at bjarga og verja gomlu føroysku húsdjórasløgini.
Nevndin er nú liðug við sítt arbeiði og fríggjadagin í seinastu viku lat hon frá sær frágreiðing í málinum
Støðan hjá húsdjórunum hevur verið sera veik, og at neyðugt er við tiltøkum. Bæði bráfeingis og við meira langtíðar tiltøkum.
Tað var tí ikki hissini arbeiðssetningur, sum nevndin fekk at arbeiða við.
Hon var biðin um at gera eina ætlan sum skuldi loysa teir meira átroðkandi spurningarnar, samstundis, sum hon skuldi gera eitt uppskot til ein varðveitingarpoltikk fyri føroysk húsdjór framyvir. Her skuldi nevndin, so eisini siga sína hugsan um hvør skal umsita varðveitingararbeiði frameftir.
Til seinast var nevndin biðin um at lýsa allan spurningin um varðveitsluna av føroyskum húsdjórum framyvir, og samstundis, sum hon skuldi gera eina ætlan um hesa varðveiting, skuldi hon eisini gera eina kostnaðarætlan yvir tey tiltøk hon mælir til at seta í verk.
Tað er móti
at varðveita
Nevndin staðfestir, at tað kring allan heim er stórur áhugi fyri at verja upprunaligu húsdjórasløgini. Orsøkin til hetta er millum annað, at tað er vorðið greitt, at virðismikið arvatilfar fer fyri skeyti við einvísari kyn-bøting.
Samstundis, sum vandi er fyri at upprunaligu húsdjórini eru í vanda fyri at doyggja út, so er vandin fyri innannøring, og teimum brekum, sum tað inniber, sera stórur.
Her heima eru tað sjálvandi okkara húsdjórasløg, sum eru okkara tilfeingi av arvatilfari, og her á landi stendur avgjørt illa til í so máta.
Neyðugt er tí, sigur nevndin, at bera sera skjótt at, tí annars er sera stórur vandi fyri at føroysku húsdjórasløgini eru horvin áðrenn vit vita tað.
Neytini og
rossini illa fyri
Nevndin, sum Undirvísingar- og Mentamálastýrið setti at kanna okkara heimligu djóraviðurskifti, er komin eftir, at tey føroysku neytini og tey føroysku rossini eru heilt illa fyri.
Sera lítið skal ganga tann skeiva vegin áðrennn føroyska íkasti til hesi djórasløg bert kann mátast í pørtum og ikki í heilum djórum, og longu nú er ivamál, um hetta er rætt, tá vit tosað um neytini.
Nevndini staðfestir, at bert 20 dýr eru av føroyskum uppruna, og tey flestu eru blandað, meira og minni, við útlendsk djórasløg.
Tey minst blandaðu eru sjálvsagt tey elstu djórini, meðan tey yngru djórini eru meira blandað enn tey eldru.
Skal nakar møguleiki yvirhøvur vera fyri at bjargað føroyska stovninum, so má hann økjast og tiltøk mugu setast í verk alt fyri eitt, fyri at bjarga arvafrøðiliga tilfeinginum á ymsan hátt.
Færri enn 50 ross
Sum sagt, so eru føroysku rossini eisini illa fyri.
Sambært upplýsingunum frá nevndini, so eru bara 48 føroysk ross til, men tað sum verri er, er, at av teimum eru bert 30 før fyri at fáa avkom.
Ein stórur partur av teimum føroysku rossunum er á fáum hondum, og tí er stovnurin sera viðbrekin fyri menniskjaligum broytingum.
Í niðrustøðu síni um rossini sigur nevndin, at um stovninum skal vera lív lagað, so er neyðugt at hann verður upp á minst trý 300 dýr.
Hetta ber ikki til at gera bara við at klappa við hondunum, og tað veit landbúnaðarfólki væl.
Tí sigur nevndin, at neyðugt er við eini kynbótaskipan, sum ger tað møguligt at fáa stovnin upp á 300 ross.
Av tí at stovnurin er so lítil, er neyðugt at hava lutfalsliga nógvar greðingar í mun til talið av ryssum, og tað er neyðugt at bíða við at gelda greðingarnar.
Tann ónda ringrásin
Sum støðan er hjá føroysku rossunum í løtuni, so er trupult at fáa fólk at fáa sær føroysk ross.
Fá fólk eru sinnaði at fáa sær greðingar, og tí verða teir geldir »sum skjótast«.
Av tí at arbeiðast má fyri at broyta hesa gongd, so væntar nevndin, at tað verður uppaftur verri at fáa fólk at fáa sær føroysk ross, av teirri orsøk, at tey ikki tíma at fáast við greðingar.
Við hesum heldur tann ónda ringrásin fram, og tað verður enn toførari at gera »føroyskt« kynbótararbeiði.
Tað er hesi óndu ringrásini, sum vit skulu úr, annars er álvarsligur vandi fyri, at føroysku húsdjórasløgini - í hesum føri rossið - doyr út.
Um seyðin sigur nevndin, at støðan hjá seyðinum er ikki so ring, sum hjá rossunum og neytunum, men eisini har er neyðugt við varsemi.
Sjúkur og annað er, sum krevur, at eisini seyðurin er undir eftirlitið.