Føroysku genturnar byrjaðu hálvfinaluna í dag, við nógv størri dirvi og áræði, enn tær áður hava víst í kappingini, og sum vit øll vita, at tær eru mentar. Tær kempaðu fyrimyndarliga, og Bosnisku kvinnurnar høvdu tað torført. Hvussu er og ikki, so megnaðu tær bosnisku at hála seg fram um við einum máli í hálvleikinum, og støðan var tá 12-11.
Í øðrum hálvleiki vístu føroysku genturnar veruliga, hvar dávur keypti ølið. Tær kempaðu reyvina úr buksunum, og við einum rimmar verjuinnsatsi og við einari suveranari Fríðu Petersen, vunnu tær seg til finaluna.
Hóttandi tap stóð annars teimum føroysku í møti, tað einu løtuna í øðrum hálvleiki, tá støðan eitt skifti var 18-14. Men enn er krút eftir í føroysku vøddunum, og tær vóru ein sannur múrur í verjuni. At so Fríða Petersen stóð fantastiskt eisini, ja tað var munurin í dag, nú tað er greitt, at Føroyar eru í Challenge Trophy finaluni.
Tillukku gentir.