Føroysku campingplássini eru ikki nóg góð

- Ferðafólkini vilja so fegin til Føroya, men sum støðan er nú, kunnu vit sjálvi ikki senda tey higar. Umstøðurnar á camping-plássunum eru snøgt sagt ikki nóg góðar til okkara støði og til okkara kundar, sigur Richard Grimsdale.

Hann er ferðastjóri í bretska felagnum Camping and Caravaning Club sum á hvørjum ári sendir eini 70.000 limir kring allan heimin við camping-vognum sínum. Felagið hevur 210.000 familjur sum limir.

- Eitt sum sermerkir limir okkara er, at teimum dámar væl at fara til nýggj og grøn støð  og helst hagar, har tey veruliga kunnu fáa nakrar ótrúligar náttúruupplivingar.
- Tað kunnu tey fáa her, tí tit hava so nógv av bjóða teimum vitjandi. Men tann avgerandi spurningurin er, hvar og hvussu tey skulu búgva. Her vantar nógv í, sigur mr. Grimsdale.
Hann hevur um vikuskiftið vitjað á mongum støðum kring landið, og hevur sæð teir møguleikar sum føroyingar kunnu bjóða teimum ferðandi.
Hesir møguleikarnir hóska júst til teir 420.000 limirnar í felagi hansara. Men fyrrenn nakað munagott verður gjørt við møguleikar teirra at gista her, kemur neyvan tann stóra gongan av bretskum campistum higar.
Til tess eru umstøðurnar alt, alt ov vánaligar. Hinvegin so heitir hann á kommunalar myndugleikar og á landsins myndugleikar um at gera nakað við støðuna.
Eingin ivi er um, at talið av ferðafólki kann økjast munandi eisini úr Onglandi. Men so mugu umstøðurnar verða til tess!
 
Ikki nóg góð
Í Camping and Caravaning Club eru væl omanfyri 420.000 limir. Felagið gevur eisini út eitt tíðarrit í 250.000 eintøkum, har greitt verður frá ferðamálum kring allan heimin. Seinni í ár verða Føroyar á fyrsta sinni lýstar í tíðarritinum.
Í Bretlandi ráða tey yvir sløkum 100 campingplássum og hava samstarv við nærum eins nógv slík pláss í samanlagt 19 londum kring heimin.
Spurningurin er so, um Føroyar kunnu gerast 20. landið sum felagið fer at samstarva við?! Men tað verður tað so ikki í fyrstu syftu, sum skilst av tí sum er nevnt omanfyri.
Tá so stjórin í felagnum, Richard Grimsdale kemur á vitjan í Føroyum, so veit hann hvat hann júst skal hyggja eftir fyri at nøkta krøvini hjá sínum limum.
- Eftir at hava hugt meg um her, kann eg bara staðfesta, at tey føroysku campingplássini eru ikki nóg góð til okkara kundar.
- Tíverri, má eg bara siga, sigur stjórin í felagnum.
 
Egin ábyrgd
Ferðafelagið hjá Richardi Grimsdale hevur eitt breitt spektur av limum.
Felags fyri tey øll er at teimum dámar væl at ferðast við húsvognum og campingvognum sínum. Fyri tey er fjarstøða eingin forðing.
Teimum dámar væl at ganga túrar í náttúruni, møta fólki í og úr øðrum londum og hava eisini stóran áhuga fyri teimum søguligu bondunum millum Bretland og Føroyar.
- Vit hava sent fólk avstað heilt upp til Norðkapp í Noregi. Og trúgv mær ella ei, men vit hava eisini havt fólk sum eru farin heilt niður til Sahara at campera.
- Tey eru ikki bangin fyri at royna nakað nýtt. Og tí eru Føroyar eisini áhugaverdar í hesum samanhangi, sigur Richard.
Sum longu nevnt kann hann ikki sjálvur senda sínar limir til Føroyar at campera. Umstøðurnar her eru snøgt sagt ikki til tess, m.a. tí at bilplássini ikki eru nóg stór.
Hann ætlar kortini at vísa teimum á Føroyar sum ferðamannaland, men síðani er tað upp til fólkini sjálvi at finn fram til tey plássini, har tey ynskja at yvirnátta við vognum sínum. Felagið kann ikki rættiliga taka ábyrgdina av tí!
- Tit hava so nógv at bjóða teimum ferðandi. Men samstundis vantar so nógv í, sigur Richard Grimsdale.