Føroysku bløðini við øðrum beininum í grøvini

?Tað var ein fullkomiligur skelkur, vit fingu hósdagin. Ætlanin er nú at hækka postgjøldini so nógv, at tað verður tann vissi deyðin hjá bløðunum, sigur Hjalgrim Samuelsen, fyritaksstjóri á Dimmalætting

 

Blaðdeyði


? Føroysku bløðini standa nú við øðrum beininum í grøvini.

Tað er í stuttum niðurstøðan, sum Hjalgrim Samuelsen, fyritaksstjóri á Dimmalætting kom til, tá ið hann fekk at vita, hvørjar ætlanir Postverkið og Vinnumálastýrið hava við føroysku bløðunum.

Fyri at bjarga Postverkinum fíggjarliga, er ætlanin nú at seta postgjøldini upp.

? Eg má viðganga, at eg fekk ein rættiligan skelk, tá ið eg fekk at vita, hvussu nógv dýrari tað nú verður at bera bløðini út, sigur fyritaksstjórin á Dimmalætting.

Hjalgrim Samuelsen sigur, at ætlanin, at tað nú skal vera eina heila krónu dýrari at bera bløðini út. Ætlanin er, at postgjøldini skulu hækka 50 oyru tann 15. oktober og aftur 50 oyru 1. januar.

? Hetta fer at vera tann vissi deyði hjá bløðnum, tí hetta eru tey als ikki fyrireikað til, sigur hann.

Hann sigur, at seinast í nítiárunum kostaði tað 90 oyru at bera eina Dimmalætting út. Í løtuni kosta tað 2,25 krónu og eftir 1. januar fer tað at kosta heilar 3,25 krónur, at bera Dimmalætting út. Tað kostar 25 oyru minni at bera Sosialin út.

?Undir hesum umstøðunum verður tað heilt ómøguligt hjá bløðunum at yvirliva.

Hjalgrim Samuelsen sigur, at bløðini visti onki um ætlanina at hækka postgjaldið næstan 50% í einum høggi, fyrrenn nú, hækkingin skal setast í verk.

Tó hendi tað, at tað var ein feilur í kunngerðini, so hon varð ikki lýst beint nú, sum ætlað.


Meiri enn ein millión

Hjalgrim Samuelsen sigur, at fyri bløðini merkir hetta eina meirútreiðslu upp á yvir eina millión.

Fyritaksstjórin á Dimmalætting sigur, at útreiðslurnar hjá bløðunum eru so nógv hækkaðar seinastu árini, bæði postgjøld og lønir, at tey tola ikki meiri.

Hækka postgjøldini enn meiri, ivast hann ikki í, at tað fær at fáa avleiðingar. Ein avleiðing av eini hækking nú kann vera tað fer ikki at bera til hjá bløðunum at hava haldarar, men bara fara at selja í leysasølu. Ein onnur avleiðing kann vera, at bløðini fara sjálvi at bera bløðini út, har tað loysir seg, tvs í miðstaðarøkinum, so at útjaðarin verður við sviðusoð.

Í báðum hesum førum fer tað at merkja, at Postverkið fær ikki eitt oyra.

Men verður hækkingin so stór, sum nú liggur í luftini, yvirliva bløðini rætt og slætt ikki.


MYNDATEKSTUR:


Hækka postgjøldini nakað sum líkist tí, sum nú liggur í luftini, fara bløðini á húsagang. Men minni hækkingar fáa eisini álvarsligar avleiðingar. Avleiðingin kann væl vera, at bløðini fara á húsagang. Aðrar avleiðingar kunnu vera, at bløðini ikki longur hava ráð til at hava haldarar, men bara fara at selja í leysasølu - ella at bløðini fara at bera út sjálvi í miðstaðarøkinum, har tað loysir seg, men so verður útjaðarin við sviðusoð, sigur fyritaksstjórin á Dimmalætting