Sjálvur dámdi Ásgeir serliga væl Gestir, ið spældu sera sannførandi. Hann helt tó, at tað ivaleyst var Høgni Lisberg, ið hevði størstar møguleikar í Íslandi júst nú. Tí hansara tónleikur varð nógv spældur í útvarpi og sjónvarpi. Fólk tyktust at hava tikið hann til sín. Ásgeir, ið er ein sera royndur maður í íslendska tónleikaídnaðinum, vísti tó á, at tað var alneyðugt ikki at steðga her, men ístaðin koma aftur til Íslands at spæla, t.d. sum upphiting fyri stór útlendsk nøvn.










