Spurningurin um at Føroyar fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum, hevur tikið eina óvænaða vend.
Norðurlandaráðið hevur havt fund í Helskinki, høvuðstaði í Finnlandi, í hesi vikuni og tá ið føroyska umsóknin varð til viðgerðar fyrrapartin, væntaðu tey flestu, at formanskapurin í Norðurlandaráðnum fór at vísa málinum burtur.
Men Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur í tíðindaskrivi nú, at so varð ikki.
NORÐURLANDARÁÐIÐ: Komandi árið er ætlanin, at føroyskir og danskir myndugleikar samskifta nærri um føroyska ynskið um fullan limaskap í Norðurlandaráðnum. Eftir ynski frá løgmanni, samtykti ein stórur meiriluti at útseta málið til næsta fund í Norðurlandaráðnum.
– Eg eri fegin um, at ein stórur meiriluti tók undir við at útseta málið, sigur løgmaður.
– Tað er einki dulsmál, at eg var sannførdur um, at føroyska ynskið um fullan limaskap fór at vera víst burtur. Eg havi góðar vónir um, at tað fer at bera til at finna eina góð loysn komandi árið, sigur Aksel V. Johannesen.
Hetta næsta árið er ætlanin do, at føroyskir og danskir myndugleikar fara at samskifta um føroyska ynskið um fullan limaskap í Norðurlandaráðnum, sigur løgmaður.