Fleiri feløg vóru í farnu viku afturkallað úr Skiftirættinum. Nøkur feløg vóru strikað í vinnuskránni, meðan onnur sóu dagsins ljós á fyrsta sinni í vikuni sum fór.
Business Line hevur skrásett nógvar broytingar í partafelagsskránni seinastu vikuna. Fleiri feløg eru afturkallað úr skiftirættinum, onnur eru strikað úr vinnuskránni, meðan uppaftur onnur sóu dagsins ljós á fyrsta sinni.
Vestmenningarnir Remi, Tóri, Torkil, Sólja og Teitur Thorleifson hava stovnað íverksetarafelagið Westclear, sum skal reka handil, tænastu, ídnað, útflutning og annað.
Beinir Nolsøe Joensen, sum býr í Lemvig, hevur stovnað smápartafelagið Brigada, sum skal fáast við keyp, sølu og bygging av sethúsum.
Bogi Karbech Mouritsen hevur stovnað felagið Faer Isles Whisky í Kvívik, meðan Arni Vatnhamar hevur stovnað smápartafelagið Ravnur