Føroyskt vár á Augustiana

Listaframsýningin Føroyskt Vár lat upp Pálmasunnudag á Gallarí Nørballe í  Suðurjyllandi.

 

 

Umframt tær báðar kendur listakvinnurnar Astri Luihn og Sigrun Gunnarsdóttir, sum sýna fram málningar og skulpturar, luttekur eisini Beinta á Torkilsheyggi  á framsýningini. Hon er myndakvinna við útbúgving úr London. Hon hevur fleiri fotomyndir við á framsýningin. Hetta er myndir av føroyskum kvinnum, ið allar eru eldri enn 90 ár gamlar – tiknar í teirra egna heimi.

 

 

Fitt av fólki var møtt, tá Bente Scavenius mag. art. setti framsýningina. Fleiri føroyingar taldust millum áskoðararnar.

 

 

Framsýningin er opin til 21. mai 2017