Føroyskt uttanríkisráð

Tað er úti í heimi vit skulu vinna meiri vøkstur og føroyska vælferð

Í Føroyum er alt ov lítið gjørt við uttanríkismál. Hóast tað í heimastýrislógini er ásett at uttanríkismál er danskt málsøki, munnu øll vita at danir brúka sínar kreftir til danskan og ikki føroyskan uttanríkispolitikk. Taka vit uttanríkispolitisku heimildarlógini, gevur hon okkum betur møguleikar, men ikki nógmikið. Vit kunnu siga, tað er ein lóg sum gevur okkum loyvi at spæla ”harri í húsið”. Uttanríkispolitikkur hoyrir til suverenitetin, og tí er neyðugt at broyta okkara ríkisrættarligu støðu, um vit skulu virka frítt og frælst á uttanríkispolitiska økinum.

 

Frælsan felagsskap

A-liðið vil tí á Fólkatingi slóða fyri einum frælsum felagsskapi millum Føroya og Danmarkar. Ein felagsskap við tveimum líka pørtum. Ein ríkjafelagskap, heldur enn ríkisfelagsskap. Slíkur felagskapur tryggjar føroyingum somu rættindi í Danmark sum danir hava og tryggjar donum somu rættindi í Føroyum sum føroyingar hava. Men hesin ger okkum til suverenan samstarvspart í samráðingum við øll heimins lond. Vit mugu víðari.

 

Landsstýrismann í Uttanríkismálum

Hóast løgmaður hevur roynt at ment okkara uttanríkispolitiska pall, er tað bert ein partur av hansara málsøkjum. Vit eiga beinanvegin at seta landsstýrismann við uttanríkismálum burturav. Okkara sendistovuvirksemi má mennast og koma longur út í heim. Sum lítið land eiga vit at samstarva við okkara norðurlendsku familju. Har vit ikki sjálvi hava sendistovu, eiga vit at gera samstarvsavtalu við tað norðanlandið, sum gevur okkum bestu møguleikarnar, eisini sæð í mun til kostna.

 

ES og EFTA

Á Fólkatingi og í Tinganesi vil Fólkaflokkurin slóða fyri EFTA-limaskapi og ES-avtalu um tey 4 frælsini. Gjøgnum EFTA fáa vit handilsavtalur við hópin av londum uttan fyri ES. Eisini kunna vit gjøgnum stóra EFTA-aparatið tryggja størri tyngd í samráðingum, eisini við fjarskotin lond.

 

Avtalan um tey 4 frælsini við ES tryggjar vørum, tænastum, kapitali og persónum frítt at fara millum Føroya og ES. Ein avtala sum tryggjar okkum stórar møguleikar í alheimsgerðini.

 

Mest framkomnu smátjóðir, hava vunni stórt ríkidømi uttan fyri síni lond. Nevnast kunnu Ísland, Hong Kong, Singapor, Luksemborg og Liktinstein.

 

Framá við A-liðnum