Hósdagin verður føroyski máldagurin, Dagur Málsins 25. mars, hildin á fyrsta sinni, tá eitt nú fyrsta málrøktarvirðislønin verður latin.
Spurd um vit hava brúk fyri einum slíkum degi sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, at dagurin ikki er skipaður út frá tí fatan, at føroyska málið er hótt.
- Men eg haldi, at okkara mál hevur uppiborið at vit vísa tí áhaldandi áhuga, tí málið er so ómetaliga nógv annað enn bara ein máti at samskifta. Málið er eisini nakað heilt unikt, tí onki kann sum málið skapa øsing, gleði, øði, undran og ikki minst endurspegla, hvørji vit eru sum menniskju og tjóð, landsstýriskvinnan.
Ársins málrøktari veljast
Fyrst og fremst vónar landsstýriskvinnan, at Dagur málsins kann vera við til at seta móðurmálið í miðdepilin og skapa tilvit um nýtslu og menning av málinum.
- Um myndugleikar, skúlar, stovnar, feløg, fjølmiðlar og almenningurin taka undir við at hátíðarhalda 25. mars, er góður møguleiki fyri at skapa størri málsligt tilvit og at lýsa, viðgera og kjakast um málslig fyribrigdi ella evni á fjølbroyttan hátt og úr ymsum sjónarhornum, sigur hon
Sum lið í at varpa ljós á málið hendan dagin verður eisini latin ein Málrøktarvirðisløn á 40.000 krónur til ein persón ella eitt virki, ið hevur verið við til at ríka føroyska málið.
Nógv bendir á, at virðislønin hesuferð verður latin onkrum, sum hevur lagt áralangt arbeiði eftir seg til frama fyri málið.
- Eg havi hugsað hetta við virðislønini sum ein máti at takka fyri væl útint verk. Onki kemur jú av sær sjálvum, sigur landsstýriskvinnan.
Hon vísir tó ikki aftur, at onnur kriteru kunnu verða brúkt eina aðru ferð, málrøktarvirðislønin skal latast. Eitt nú kann tað væl hugsast, at virðislønin okkurt árið verður latin fyri til dømis eitt genialt málsligt avrik ella átak, sum tó ikki er meta sum eitt lívsverk.
Nógv veldst eisini um, hvat er at velja í, og tí er heldur ikki vist, at málrøktarvirðislønin verður latin á hvørjum ári.
Á fyrsta Degi málsins verður Málrøktarvirðislønin handað á almennum tiltaki í auluni í Studentaskúlanum í Hoydølum 25. mars 2010 kl. 09.30. Umframt sjálva virðislønarhandanina fevnir skráin um kvøður og tónleik. Tey, ið fara at halda røður, eru Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, Guðrun Gaard, studentaskúlalærari, og Rógvi Róin, stjóri á ungdómsblaðnum Mess. Rútmiska kórið í Hoydølum fer at syngja nøkur løg. Tiltakið er alment, og øll eru vælkomin.
Tað eru Føroyska málnevndin og fyrrverandi Málstevnunevndin hava mælt landsstýriskvinnuni til at skipa hesi átøk, sum skulu varpa ljós á føroyska málið.










