Føroyskt umboð í World Cup-finaluni

Kvinnurnar eru í hesum døgum í Finnlandi, har kappingin fer fram. HF tekur lut sum føroyskur meistari, og í gjár gjørdust tær níggjunda besta liðið av øllum. Átta lið koma í finaluumfarið, men bert eitt lið úr hvørjum landi sleppur í finaluna, og soleiðis slapp HF júst inn um gáttuna.