Altjóða fíggjarkreppan hevur rakt føroyska tryggingarfelagið, Lív, hart.
Tað er greitt, nú roknskapurin fyri 2008 er gjørdur upp og verður almannakunngjørdur í næstu framtíð.
- Vit hava sanniliga merkt fíggjarkreppuna, men hóast tað svíður ivaleysa fast, haldi eg, at vit eru sloppin heilt væl, sigur Tummas Eliassen, stjóri í Lív.
Mist 200 milliónir
Hann sigur, at tilsamans hevur Lív eitt negativt avkast upp á 7% í fjør og tað heldur hann er ikki so galið, tá ið hugsað verður um, hvussu fíggjarkreppan hevur rakt alla aðra staðni.
- Tilsamans eru partabrøvini, vit eiga, fallin 45% í virði og tað hevur givið okkum eitt tap upp á 200 milliónir upp á partabrøvini í fjør. Men afturfyri hava lánsbrøvini kastað so mikið meiri av sær, so at tilsamans verður talan um eitt negativt avkast upp á 7%.
Tummas Eliassen sigur, at samanumtikið halda tey, at tey eru hampiliga væl sloppin, tá ið hugsað verður um støðuna so nógva aðrastaðni.
Rentan lækkar hjá summum
Men hann staðfestir eisini, at Tryggingarfelagið, Lív, hevur eina rættiliga stóra avbjóðing.
Og hon er, at allir tryggingartakarar, sum hava teknað trygging og eftirløn fyri 2000, hava fingið trygd fyri eini rentu upp á minst 4,5%.
- Tað er ein trygd, sum landskassin hevur veitt tryggingartakarunum og tað sleppur Lív so heldur ikki undan í framtíðini.
Ì fjør fingu allir tryggingartakararnir 5% í rentu og tey, sum hava teknað trygging fyri 2000, koma sostatt í ár at fáa eina trygging upp á tey kravdu 4,5% í ár.
Men tey, sum hava teknað trygging síðani 2000, fara ikki at fáa meiri enn 2,5% í rentu í ár.
Kortini vil Tummas Eliassen ikki kallað hesar tryggingartakararnar fyri teir stóru tapararnar.
- Eg haldi ikki, at tað er so galið at fáa 2,5% í rentu í ár, tí stóðu pengarnir aðrastaðni, er stórur vandi fyri, at missurin hevði verið nógvar ferðir størri, kanska hevði talan verið um eitt beinleiðis tap upp á eini 25%.
- Sostatt hava tryggingartakararnir sum so onki mist, men tað er ein avbjóðing hjá felagnum, sigur stjórin í Lív.
- Eg vil enntá siga, at sum støðan er nú, eru okkara tryggingartakarar væl fyri, sigur Tummas Eliassen.
Hann sigur, at orsøkin til, at Lív er sloppið so væl, hóast alt, er at tey hava ført ein varnan politikk á hesum øki, tí tey hava ikki sett meiri enn 15% í partabrøv, men hinvegin stendur nógv tað mesta í lánsbrøvum.