Eins og flestu av londunum kring okkum hava gjørt tað, ætlar FSF nú eisini, at leikaraskifti í føroyskum fótbólti skulu fara fram innan eitt sonevnt transfer-vindeyga.
Í uppskotinum verður lagt upp til, at føroysku fótbóltur kemur at fáa ein vetrar- og ein summarmarknað, har feløgini hava møguleika at keypa ella selja leikarar, meðan tað annars skal vera friður á marknaðinum.
Skotið verður upp, at tað verða átta vikur í tíðarbilinm millum kappingarár, har leikaraskifti kunnu fara fram, eins og tað verður loyvt at knýta leikarar at felagnum frá seinsta leikdegi undan summarsteðin til tveir dagar undan uppafturtøku av landskappingini.
Í viðmerkingunum til uppskotið sigur FSF, at hetta fer at virka til, at feløgini undir kappingini fáa nýtt orkuna til aðrar lutir enn at ansa eftr egnum leikarum ella leita sær eftir nýggjum leikarum, eins og tað gevur venjarunum ein møguleika at vita, hvussu hópurin sær út, longu tá farið verður undir fyrstu venjingarnar.
Hartil metir FSF, at hetta í ávísan mun kann virka til at skapa stabilitet hjá feløgunum, eins og feløgini við hesum eisini verða meira javnt stillað.
-jm










