Føroyskt tolsemi

Meiningar og holdningar í kjalarvørrinum av kynsrelateraðu umrøðuni

Sámal Petur í Grund, Søldarfjørður




Í umrøðuni av korum, ella manglandi korum, hjá teimum sum víkja frá tí normala á kynsliga økjinum, er ymiskt knýtt uppí, sum á sama hátt er egnað til umrøðu.
Tað mest syrgiliga í umrøðuni higartil, er uttan iva tað, at persónur av øðrum uppruna enn føroyskum, misfór og framvegis misfer Merkið á ein syndarligan hátt.
Útvarpssendingin »fimmarin« hevur longu umrøtt talufrælsið, sum er eitt sera áhugavert evni í kjalarvørrinum av omanfyrinevndu umrøðu.
Eitt annað evni sum í hesi umrøðu er sera viðkomandi er tolsemi.

Tolsemi. (toleranca)
Bólkurin 200 við síni melding av sóknarprestinum Mogens T. Christensen, vísti eitt dømi upp á manglandi tolsemi. Kanska enntá ekstremt manglandi tolsemi. Hetta er galdandi, hóast hetta var ein roynd at útnytta kjakið til teirra egna fordeil.
Bill Justinussen kann ikki leggjast undir manglandi tolsemi í sama mun, hóast hann mælti fútanum at taka flaggdálkanina hjá Ole Wich til viðgerðar.
Hansara átak var ikki so víðgongt sum átakið hjá bólkinum 200, harumframt var átak hansara ein beinleiðis fylgja av provokatiónini frá teim fyrrnevndu.
Kundi tikið fleiri dømi, men haldi ikki at tey kasta so nógv ljós á hetta evnið at tað er neyðugt, men eri samdur við Finni Helmsdal í hansara vurdering av umrøðuni.
Hvat er tolsemi so? Jú, tað er millum annað, tað at vit kunnu liva lið um lið í sátt og semju, hóast vit eru ymisk og hava ymiskar holdningar.
Um hetta er allur sannleikin um tolsemi. Ella sagt vi øðrum orðum; at tað ikki letur seg gera at beskriva tolsemi ørðvísi, skal eg als ikki pástanda.

Tolsemi og holdningar
Eitt sum mangan ger seg galdandi, bæði í umrøðu manna millum og í umrøðu í fjølmiðlunum, er ein samantvinnan av hugtøkunum holdningar og tolsemi.
Samantvinningin sær út til at hava eina rót í tí, at hevur ein kristiligar holdningar, so er ein intolerantur, meðan tolsemi fylgir við tí at vera liberalur ella sekulariseraður.
Hesin hugburður er langt av leið. Tað nærmasta hesin hugburður kemur sannleikanum, er tann sannroynd, at millum tey fólk sum vísa manglandi tolsemi eisini eru fólk sum hava sterkar holdningar.
Men manglandi tolsemi hongur ikki uppií tí at hava holdningar og meiningar til lívsins viðurskifti. Heldur er tað soleiðis, at fólk eru meira og minni tolin. Ella sagt meira beinleiðis, tað vilja altíð vera menniskju sum eru ekstrem.
Manglandi tolsemi kemur harumframt mangan av manglandi upplýsing um tingini.
Manglandi tolsemi kann eisini skyldast ótta.
Men eisini fólk sum kalla seg upplýst kunnu vísa skelkandi mangul uppá tolsemi.
Men lat tað vera sligið fast, at tað at hava holdningar og manglandi tolsemi er ikki eitt og tað sama.

Føroyska tolsemi
Tað hevur verið ført fram í dagsaktuellu umrøðuni, at vit í Føroyum vísa manglandi tolsemi.
Hetta meini eg als ikki er rætt. Føroyar er eitt tað landið í vesturheiminum sum í stórstan mun hevur varðveitt kristnu hugsjónina í verki og talu.
Lat meg so siga alt fyri eitt, at harvið er tað ikki sagt, at ikki onkrar ónollir hanga við her og der. Tað vil tað vist altíð koma at gera í alla tað tíð vit tosa um menniskju.
Kristna hugsjónin er ikki snævur tá tað snýr seg um tolsemi. Kærleiksboðið í skriftini og Jesu tala um kærleikans týdning, eigur at skúgva allan iva um hetta til viks.
Og í Føroyum liva fólk lið um lið í sátt og semju, uttan at spyrja grannar og bygdafólk, hvat teirra seksuella orientering er.
Hygg rundanum okkum. Eru Føroyar ikki í nógv størri mun enn hini londini í vesturheiminum spard fyri kriminalitet, bardagar og familierar sorgarleikir?
Vit kunnu, uttan at himprast, ganga hvar í landinum vit vilja allar tíðir á døgninum.
Eitt annað dagsaktuelt dømi sum vísir hvussu stórt føroyska tolsemi er, er hetta:
Tað letur seg gera hjá persóni, - av øðrum uppruna enn føroyskum, - at heingja okkum út sum fólk, og enntá at brúka okkara egna tjóðareyðkenni til tess, og framvegis ganga ekkaleysur mitt okkara millum.
Sami persónur kann so loyva sær, eftir at hava gjørt hesa níðingsgerð, at uppføra seg sum gíslatakari og diktera okkum hvordan og hvorledes.
Les bara Dimmalætting frá tískvøldinum 17.januar. (de homoseksuelle og den færøske historie). citat: Der skal sendes nogle klare signaler, der indikerer, at de er accepteret som en del af den færøske kulturarv og accepteret i nutidens og fremtidens samfund. citat slut.
Hetta er ein partur av loysipeninginum fyri at loysa sløjfuna av kunstprojekti hansara.
Hvar aðrastaðnis í verðini er tolsemi so stórt, at hetta kundi latið seg gjørt?
Onga aðrastaðnis hevði ein tílíkur persónur kunna gingið ekkaleysur runt ímillum fólkið!

Den færøske kulturarv
Føroyski mentunnararvurin hevur ongar trupulleikar at viðurkenna sær føroyska fólkið, soleiðis sum tað er skapt.
Eins og í øllum øðrum mentanum er tað soleiðis, at ymiskt er hvussu stolt fólkið er av tíðarskeiðum og góðsinum í mentanararvinum, men kennast við hann, tað hava vit ongar trupulleikar av.
Haldi ikki at føroyski mentanararvurin inniheldur minni tolsemi mótvegis ørðvísi-hugsandi, enn mentannararvurin í grannatjóðum okkara ger tað.
Her á landi hava til dømis ongantíð brent heksir á báli, soleiðis sum tað hevur verið gjørt í grannatjóðum okkara.
Nei okkara fólk nýtist ikki at skammast við mentannararv okkara, tvørturímóti eru vit stolt av at vera føroyingar serstøk tjóð.
Tað serstaka við tjóð okkara hevur í øllum førum í nýggjari tíð verið at vit eru gestablíð og hava stórt tolsemi.

Framtíðarsamfelagið
At spáa um framtíðina hevur altíð verið trupult.
Tað er tó einki sum helst sum tíðir uppá, at føroyska framtíðarsamfelagið ikki skal góðtaka mennsikju sum tey eru.
Og helst verður tað eisini pláss fyri, at ávís fólk fara at rópa upp um, at tað ikki verður lagt nokk merki til teirra.
Okkara samfelag kemur helst eisini at kunna hýsa teimum norðurlendingum, sum hóast tey eru av øðrum uppruna, koma til tað niðurstøðu, at í Føroyum er betri at vera, enn í tí landi sum tey vóru fødd.
Vit hava heldur ikki nakra føroyska tíðing av útlendska orðafellinum: skik følge, eller land fly.
So, alt í alt, so sær tað slettis ikki so svart út.