Føroyskt til heimsmarknaðin

Hetta sigur íslendski Einar Örn úr »The Sugarcubes«, ið ikki metir, at nakar av bólkunum á Prix Føroyar kappingini hevði góðsku til altjóða gjøgnumbrot

Millum teir mongu útlendsku dómararnar á Prix Føroyar finaluni leygarkvøldið var Einar Örn úr Íslandi. Einar er gamal í garði í íslendskum tónleikalívi og er ivaleyst best kendur sum trompetleikari og sangari saman við tiltiknu Björk í bólkinum »Sykurmolarnir« ella »The Sugarcubes«, sum tey seinnu kallaðu seg, tá tey royndu seg á tí europeiska marknaðinum.

Einar Örn segði seg vera vælnøgdan við finaluna sum heild og vildi ikki taka nakran einstakan bólk framum nakran annan. Men hóast evnir og talent vóru til staðar, helt Einar ongan bólk hava nóg góða góðsku til rættiliga at fáa eitt altjóða gjøgnumbrot. Teimum føroysku bólkunum vantaði royndir og venjing - ikki minst tað at royna at spæla á útlendskum palli, tí tað er altíð neyðugt at víðka sjónarringin, helt Einar.

Spurdur um hvussu »The Sugarcubes« og ikki minst Björk sum solistur komu sær fram í síni tíð, segði Einar, at tey gjøgnum m.a. vinir og kenningar í Onglandi og Týsklandi skaffaðu sær spælistøð ymsastaðni á europeiska meginlandinum, og soleiðis kom glið á. Tí hóast ein sleppur at spæla uttanlands, merkir tað ikki ein samstundis útflytir ella eksporterar sín tónleik, segði Einar. Fyrst má ein fara út um »bøgarðarnar« at spæla, tástani koma royndirnar. So kann ein koma aftur, sigur hann, og nevnir Björk, sum eftir at hava búð í London í nøkur ár nú aftur er flutt heim til Reykjavíkar.

Íslendski dómarin fíltist eisini á, at so nógvir bólkar á eini »Prix Føroyar finalu« sungu á enskum, tí hann ivaðist í, hvussu erligt tað ber til at bera fram sín tónleik, tá hann ikki er skrivaður á móðurmálinum, og um føroyingar yvirhøvur hava nakað føroyskt at bjóða fram, tá bróðurparturin er skrivaður á fremmandamáli. Einar segði, at upprunaliga skrivaði manningin í »The Sugarcubes« altíð tónleikin á íslendskum og umsetti hann síðani til enskt, tá tey royndu útlendskari marknaðin. Tá høvdu tey nakað serstakt at bjóða fram og fyltu eitt hol, sum var á marknaðinum tá, sigur Einar, og legði enn einaferð dent á hvussu týdningarmikið tað er, at tað, ein ger, er erligt - at sálin er við, sum hann málbar seg, og nevndi í sama viðfangi aftur sín gamla sangfelaga, Björk, sum altíð hevur sagt: Her eri eg og takið meg sum eg eri. Gera føroyskir bólkar eisini tað og hava okkurt føroyskt at lata heimsmarknaðinum er møguleikin til staðar, helt Einar, og segði tað vera neyðugt at brúka talentirnar vit hava fingið, tí fólkið og ungdómurin er tann týdningarmesta »rávøran« vit eiga.

Men tað er eisini týdningarmikið at hava tað stuttligt og at dáma tað ein ger. Tað gjørdu vit í »The Sugarcubes« segði tann íslendski Prix Føroyar dómarinsum enn hevur samband við hinar sukurmolarnar og í dag hevur ábyrgdina av heimasíðuni hjá Björk.