Føroyskt Taekwondo felag bestu úrslitini í danskari steypakapping

Íðkararnir úr Hwarang Føroyar koma heim aftur við 13 gull, 8 silvur og 5 bronsu heiðursmerkjum.

Í vikuskiftinum hevur føroyska Taekwondo felagið  Hwarang Føroyar luttikið í steypakappingini Esbjerg Cup í Esbjerg. 

 

 

250 luttakarar vóru við á stevnuni, og 33 av teimym ítróttarfólk úr felagnum Hwarang Føroyar. Umframt Hwarang Føroyar vóru 28 onnur feløg við í kappingini, og av teimum fekk føroyska felagið bestu úrslitini og vann tey flestu heiðursmerkini.

 

 

Íðkararnir úr Hwarang Føroyar koma heim aftur við 13 gull, 8 silvur og 5 bronsu heiðursmerkjum. 

 

 

Hwarang Føroyar er einasta føroyska teakwondo felag, og høvuðsvenjarin er 13 ára gamli Høgni Kunoy Dávason, sum venur øll liðini. Høgni var bert 10 ára gamal, tá Hwarang Føroyar varð stonað, og hevur svart belti í stríðsítróttinum teakwondo.