Føroyskt tónakrás til amerikanskan gest

Mikukvøldið spældu nøkur av fremstu føroysku tónleikanøvnunum seinnu árini til konsert í Fuglafirði, og spælt varð ikki minst fyri einum amerikanara, sum var millum áhoyrararnar

Eivør Pálsdóttir, Salt, Týr, GoGo Blues, Kári Sverrisson og Jóannes Andreassen.
Tað vóru sangararnir og bólkarnir, sum vóru á pallinum til eina serliga konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði mikukvøldið. Konsertina høvdu fyrireikararnir kalla Tónakrás, og konsertin varð millum annað ætlað einum forkunnugum amerikanskum gesti.
Tað var áhugabólkurin, sum hevur skipað fyri vitjanini við navnframa amerikanska undirhaldsadvokatinum Robert E. Gordon, ið tók stig til konsertina. Endamálið var at sýna fram tað besta innan føroyskan tónleik fyri Roberti og øllum øðrum, sum vildu lýða á.
Og so varð spælt ? av lívsins kreftum.
Útboðið var fjølbroytt við inniligum vísutónleiki, kórsangi, rocktónleiki og klaverspæli.

Spennandi vitjan
Robert E. Gordon hevur verið í Føroyum í nakrar dagar, og hann hevur havt ymiskt á skránni hesar dagarnar. Vitjanin hevur til endamáls at savna vitan um tónleikaídnaðin og tað hevur gingið sera væl higartil, siga fyrireikararnir.
Farna vikuskiftið greiddi Robert E. Gordon frá sínum hendingaríka lívi sínum á eini hugnaløtu á Hafina Lounge, har Knút Eysturstein eisini nakrar sangir av nýggju fløguni hjá sær.
Mánadagin hevði Robert framløgu í Norðurlandahúsinum um hvussu løgfrøðisligi parturin av tónleikaídnaðinum er skrúvaður saman við rættindum, sáttmálum, royalties, umboðan og mongum øðrum.
Mikumorgunin hitti Robert vinnumálaráðharran Bjarna Djurholm og mentamálaráðharran Jógvan á Lakjuni. Síðani gekk leiðin til Forngripasavnið og haðani norður til Gøtu, har vitjað verður í Blásastovu og gomlu Kirkjuni. Kvøldið endaði við serligu konsertini í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har Robert E. Gordon slapp at hoyra nakað av tí besta, sum føroyingar kunnu bjóða av tónleiki.