Felagið er ætlað øllum, sum hava áhuga í føroyskum/svenskum samskifti, ella hava okkurt tilknýti til Svøríki.
Tað, sum fór fram leygardagin 11. Juni, var, at lógin fyri felagið var gjøgnumgingin og nevnd varð eisini vald. Í nevndina komu tey trý, sum hava gjørt fyrireikingar til felagið, nevniliga Ann- Kristin Nilsson, Torbjörn Nyström og Katarina Petersen.
Hittast 2. juli
Nógv hugskot komu eisini fram á fundinum, um hvussu felagið kann skipa sítt virksemi.
Avgerð varð millum annað tikin um at hittast óformelt fyrsta leygardag í hvørjum mánaði til eitt prát.
Fyrstu ferð limirnir hittast á henda hátt er 2. juli kl. 16 í Norðurlandahúsinum.
Fyrsta veruliga tiltakið hjá felagnum verður seinast í august mánaði. August er nevniliga ein mánaður, tá sviar serliga plaga at savnast um tveir serstakar tjóaðrrættir.
Annar er feskvatnshummari, sum hevur ligið í serligum dildlaka. Danir nevna slagið krebs og sviar kräftor. Í Svøríki plagar veitslan at vera nevnd kräftskiva, og kann vera stak hugnalig.
Hin rætturin, sum serliga verður etin longri norðuri í Svøríki, er surstrøming. Tað er lítil sild úr Eystursjónum, sum er niðursjóvað í dós. Talan er um sterkan kost, sum ikki er fyri allar nasar og gómar.
Øll kunnu vera limir í felagnum, bara tey hava áhuga. Tey, ið veilja verða limir, kunnu venda sær til ein av nevndarlimunum ella senda teldupost til sff@abelit.fo.










