Føroyskt smør á marknaðin

Stjórin á MBM, Eirikur Thorvaldsson, væntar, at góðskan á føroysku smørframleiðsuni verður betri enn tann útlendska

Um góðan mánað fáa føroyingar møguleikan at ogna sær føroyskt smør í kølidiskunum kring landið. Tað er Meginfelag Búnaðarmanna, sum er farið undir at framleiða føroyskt smør.
Stjórin á MBM, Eirikur Thorvaldsson, sigur, at MBM hevur gamla útgerð til smørframleiðslu, sum teir hava valt at taka í nýtslu.
-Fólk eta og drekka alsamt soltnari, og hetta hevur við sær, at nógvur fitið leypur av. Heldur enn at koyra avlopið burtur, hava vit valt at gera smør burtur úr avlopinum, sum vit ætla at selja, sigur Eirikur Thorvaldsson.
Umframt gomlu smørmaskinuna, hevur MBM eisini keypt sær eina pakkimaskinu til nýggju smørframleiðsluna hjá virkinum.

Betri dygd
Stjórin á MBM ásannar, at MBM hevur ikki møguleikan at nøkta allan smørtørvin í Føroyum, men hann er sannførdur um, at føroyska framleiðslan fer at hava betri góðsku enn tann útlendska.
-Smørið hjá okkum verður gjørt upp á gamla máta. Útlendska smørið er gjørt við automatiskum maskinum, meðan okkara smør líkist heimagjørdum smøri, greiðir Eirikur Thorvaldsson frá
Spurdur um prísin á nýggju føroysku smørframleiðsluni, svarar stjórin á MBM, at prísurin verður á sama støðið sum tað útlendska smørið.

Vanta innbjálving
MBM hevur gjørt fleiri royndarframleiðslur av nýggja smørinum. Eirikur Thorvaldsson sigur, at í løtuni verður bíðað eftir sjálvari innbjálvingini við merkinum MBM á, áðrenn smørið verður at fáa í handlinum kring landið.
Stjórin í MBM sigur seg vænta, at einar 3-4 vikur ganga, áðrenn møguleiki verður at ogna sær føroyska smørið.
Á MBM hava fleiri uppskot verið um heitið á nýggja smørinum, og eftir øllum at døma verður heitið heilt einfalt: Føroyskt smør.