Føroyskt-íslendskt samstarv í Havnar kirkju

Leygardagin klokkan 11.30 verður matiné, sum tey kalla tað, í Havnar kirkju, har næmingar í Tórshavnar Musikskúla og Tónlistaskúlanum í íslendska høvuðstaðnum, Reykjavík, fara at spæla klarinett.

Tað er eitt samstarv ímillum musikskúlarnar báðar, sum hevur ført til, at teir nú fara at spæla í Havnar kirkju.

Í hesum sambandi koma einir 10 næmingar og lærarar úr Íslandi í Havnar kirkju fara tey at spæla saman við 10 næmingum og lærarum úr musikskúlanum í Havn.