Føroyskt ískoyti í Danmark skal tryggjast

Edmund Joensen, fólkatingslimur, hevur nú reist spurningin á fólkatingi um stakir, føroyskir lesandi í Danmark, eisini missa eina serliga uppihaldaraveiting frá SU á nýggjárinum.

Undanfarna stjórnin broytti reglarnar, so at tann, sum fer barnakekkin, skal hava eitt veruligt tilknýti til danska samfelagið. Tí skal ein hava búð í Danmark í minst tvey ár hesi seinastu 10 árini fyri at fáa barnakekkin.

Hetta førir eisini við sær, at føroysk lesandi missa eina serliga uppihaldaraveiting frá SU, tí tey, sum ikki hava rætt til barnakekkin, hava heldur ikki rætt til uppihaldaraveitingina.

Herfyri reisti Aksel V. Johannesen, fólkatingsmaður, málið um Barnakekkin og nú hevur Edmund Joensen eisini gjørt vart við seg um uppihaldaraveitingina

Edmund staðfestir, at missa stakir lesandi veitingina, verður talan um stóran inntøkumiss, heilt upp í 5.662 krónur um mánaðin

Tí hevur hann nú spurt danska ráðharran í útbúgvingarmálum, Christine Antorini, hvat hon ætlar at gera fyri at tryggja føroyingum og grønlendingum framhaldandi rætt til veitingina.

Svarið frá henni fær hann um nakrar dagar.

Hann sigur, at hann hevur spurt seg fyri og hann hevur fingið at vita, at tað er eitt mistak, at føroyingar og grønlendingar verða raktir.

Annars hevur danski skattamálaráðharrin, svarað Aksel V. Johannesen, at í sambandi við sosiallóggávu í Danmark, har krav verður sett um bústað, er tað siðvenja, at hon eisini umfatar føroyingar go grønlendingar.

Tískil hevur hann biðið embætisfólkið kanna lógina við tí endamálið at broyta hana so at føroyingar og grønlendingar ikki verða raktir.