Fríggjadagin komu fleiri seglbátar í havsneyð við Nýfundland. Bátarnir vóru við í kappsigling, sum byrjaði í Plymouth í Onglandi 29. mai. Bátarnir skuldu sigla tvørtur um Atlantshavið til Rhode Island í USA.
Fríggjamorgunin rendu fleiri av bátunum seg í ódnarveður við Nýfundland. Vindurin var upp ímóti 40 m/s, og aldan var 15 metrar høg. Bátarnir sendu út neyðarkall, og skip, sum vóru í nánd, fóru at hjálpa. Kanadiska bjargingartænastan sendi eisini Hercules-flogfør og tyrlur avstað.
Fimm fólk, sum sigldu við bátunum, vóru tikin upp av skipum, sum komu teimum til hjálpar.
Eitt av hesum skipum var Thor Magni hjá reiðaríum Thor í Hósvík, sum tók tveir mans av bátinum Furia upp. Furia er úr Bulgaria, og báturin var farin at leka, tá ið manningin bað um hjálp.
Eisini Queen Mary 2 var við í bjargingararbeiðnum.
Sjófólkini høvdu fingið onkrar smáar snuddir, men høvdu tað annars gott og sluppu trygt heim til familjurnar.