Føroyskt silvur í HM

Danski dupultfýrarin hevði ongan kjans ímóti kinesiska bátinum, men Katrin Olsen og tær tryggjaðu sær tó silvumerkini í HM-kappingini í Onglandi

Sunnudagin róði Katrin Olsen finalu í HM í Eton í Onglandi. Katrin er ein av fýra rógvarum umborð á danska dupultfýraranum, og tær høvdu vunnið sær pláss í HM-finaluni sunnudagin.
Í finaluni vísti kinesiski báturin ræðandi styrki og skúgvaðu alla mótstøðu til viks.
Kinesiski báturin legði seg á odda frá fyrsta árataki, og síðani øktu tær bara leiðsluna, til tær komu á mál fýra sekund frammanfyri Katrina og tær, sum blivu klárt nummar tvey og sostatt vunnu silvurmerki.
Kinesiski báturin setti eisini nýtt heimsmet við 6,23,96. Tær áttu eisini gamla metið, sum var 6,29,87 og sostatt kliptu tær seks sekund av metinum. Danski báturin kom á mál í tóiðini 6.28,16, so fittur munur var millum bátarnar.
Ta íð ein fjórðingur av teimum 2000 metrunum varð farin afturum, var kinesiski báturin 1,4 sekund frammanfyri tann danska, á hálva málinum var danski báturin 2,14 sekund aftanfyri, og tá ið tríggir fjórðingar vóru farnir, var frástøðan 3,6 sekund.
 
Ætla at venja meira
Katrin Olsen staðfesti eftir finaluna, at tað var næsta ógjørligt at vinna á kinesiska bátinum hesaferð.
- Tær rógva sera væl umborð á kinesiska bátinum, men vit ætla ikki at geva skarvin yvir. Vit fara at venja miðvíst fyri at betra okkum, segði Katrin Olsen við Útvarpið í gjárkvøldið.
Hon vónar, at hon kann sleppa við til OL í Bejing í 2008. Tá verður róð í báti við tveimum rógvarum, og allar tær fýra umborð á dupultfýraranum eru áhugaðir í at sleppa við bátinum, sum skal umboða Danmark til OL.
Í næstum verður kappast um Danmarkarsmeistaraheitið, og tá skal Katrin aftur royna seg.