Føroyskt samtak

At teir hava ringt við at fáa armarnar niður aftur í FAERPORT samtakinum er skilligt. Hetta var ein satsninugur, og í síðsta enda vísti samtakið at føroyska vinnan er kappingarfør við útlendsku kempurnar.

- Hetta er ótrúliga umráandi fyri føroysku vinnuna, at vit fáa víst at vit eisini eru kappimngarfør. Nógv hevur verið tosað í seinastuni um, at fleiri av teimum stóru arbeiðunum eru endaði á útlendskum hondum, men nú hava vit so víst, at vit eisini eru førir fyri at taka kappingina upp, sigur Árni Winther.

Síðani í vetur hevur kappingin staðið millum fýra fyritøkur, sum vórðu undangóðkendar. FAERPORT Konsortiið er Árni Winther Arkitektar, Selmar Nielsen Arkitetur, LBF ráðgevandi verkfrøðingar og Sofus M. Jakobsen ráðgevandi verkfrøðingar. Undirveitari eru COWI Consult. Ein av stóru avbjóðarunum til at fáa arbeiðið var millum annað Rambøll Danmark A/S, sum er ein rættiligur risi innanfyri hesa vinnuna.

Síðani í vár hava 2-3 fólk sitið við hesum uppskotinum næstan burturav, og tískil er tað ein stór satsning hjá einum lítlum samtaki, og stendur nógv upp á spæl. – Tí hava vit eitt sindur ringt við at fáa armarnar niður aftur nú, tá vit hava fingið avtaluna upp á pláss. Hetta vísir, at føroyskar fyritøkur eru kappingarførar við umheimin bæði fakliga og fíggjarliga, og at tær eru førar fyri at átaka sær stórar og týðandi uppgávur, sigur Árni Winther.

Umframt Rambøll Danmark A/S, sum fekk næsthægstu meting, vóru eisini MAP Arkitektar við fleiri og eitt samtak millum BIG og Fuglark.