DANSUR
Samba er kanska ikki tað, sum mest verður gjørt við í Føroyum, hóast vit fyri góðari viku síðani sóu grein í Sosialinum um millum annað sambafrálæru. Men hjá 10 ára gomlu Luisu Sofíu Eliasen, sum er dóttir Boga og Giselu Eliasen, og sum býr í Århus, hevur dansur fylt nógv seinastu árini.
Luisa Sofía er elitudansari, og um vikuskiftið tók hon lut í DM-kappingini í latin og samba saman við dansipartnara sínum, Tore Lund.
Hóast bæði Tore og Luisa Sofía hava dansað í nógv ár, hava tey einans dansað saman í tríggjar vikur, og tí høvdu tey ikki roknað við, at tey skuldu endað heilt frammi í oddinum. Men tá kappingin var av, høvdu tey bæði vunnið sær gull í samba og silvur í latíndansinum, so heilt av leið var tað nú slettis ikki.
Heimsins bestu venjarar
Århus hevur seinnu árini verið mettur sum ein av fremstu dansibýunum í Evropu, og tí er býurin mest sum fastur venjingarstaður hjá fleiri av fremstu dansarunum í heiminum. Og tað hevur eisini givið framúr venjingarmøguleikar hjá Luisu Sofíu og Tore.
Millum føstu venjarar teirra kunnu nevnast Marianne Eihilt og Mads Vad, sum eru kend frá »Vild Med Dans«, og Lene James, sum var fyrsti danski heimsmeistarin í dansi.
Sum persónligar venjarar hava Tore og Luisa Sofía parið Bjørn Bitsch úr Danmark og Ashli Williamson úr Australia. Tey hava í heyst hava vunnið silvur í EM og HM í 10-dansi, sum er kapping í bæði latin- og standarddansi. Og tey bæði liggja í løtuni ovast á alheims styrkilistanum fyri dansipør.
Næst á skránni hjá Luisu Sofíu og Tore er DM í standarddansi, sum verður í Køge um tríggjar vikur.