Føroyskt rapp í Deep

Nýggi og spennandi rappbólkurin Swangah Dangah verður leygarkvøldið at hoyra í Deep. Tað er ikki á hvørjum degi, at vit hoyra rapp á føroyskum. Men bólkurin Swangah Dangah rappar á føroyskum, og dreingirnir úr Svanga í Havn eru longu blivnir ógvuliga vælumtóktir.

 

Eftir sína frumførslu í Bassalt leygarkvøldið 30. apríl í ár hevur tað bert gingið ein veg hjá bólkinum.

 

Til sína allar fyrstu framførslu megnaðu teir at savna eina ørgrynnu av fólki í Bassalt ? so nógv, at dyrnar vóru latnar aftur.

 

Ein av áskoðarunum hetta fyrsta kvøldið var Jón Tyril, fyrireikari av G! Festivalinum, og áðrenn Swangah Dangah fóru av pallinum hetta leygarkvøldið vóru teir bookaðir til ársins G! Festival.

 

Nú gongur leiðin í Deep, har ungu havnarmenninir framføra komandi leygarkvøld.