Í kvøld fara bólkar, har føroyingar eru grundarsteinar, á pall í Keypmannahavn. Talan er um The Bait, Monkeyrat og Dj AnnaOneDreFunk.
Hesir bólkar hava konsert í kvøld á Operuni á Christianina. Hurðarnar eru opnar frá klokkan 21.
Í The Bait kenna vit Rion Siggertsson, eisini kendur sum roWan. Í MonkeyRat eru tey bæði Arnold Ludvig og Anna Lachino á odda.
Annars sær manningin soleiðis út í bólkunum:
The Bait:
roWan - Sang, trummur.
Sune Fey - guitar, sang.
Lasse & Britt Erdmann - bass, sang.
MonkeyRat:
Anna Iachino - sang.
Arnold Ludvig - bass, sang.
roWan - keyboards, sang.
Jens Stoklund - trummur.
+
special guest - Deborah
+
dj AnnaOneDerFunk










