Føroyskt oljufelag við í oljuleiting uttanlands

Síðani felagið varð stovnað í 1998 hevur tað gingið væl hjá føroyska oljufelagnum Atlantic Petroleum. Felagið er partur av samtakinum The Faroes Partnership, ið hevur fingið tillutað leitiloyvi á føroyskum øki, og nú er tað eisini á veg inn í enskt øki.

 





Wilhelm Petersen, stjóri í Atlants Kolvetni her saman við høvuðseigaranum og nevndarformanninum í Amerada Hess, John Hess á samkomu fyri løgmanni í London í februar. Mynd Jan Müller







Føroyskt oljufelag góðkenning




Føroyska oljufelagið P/F Atlantic Petroleum fer í nærstum at víðka um sítt starvsøkið. Felagið hevur fingið góðkenning frá teimum ensku myndugleikunum til at virka á enskum øki. Frammanundan er P/F Atlantic Petroleum partur av samtakinum The Faroes Partnership, ið hevur fingið tillutað loyvi nr. 001 á føroyskum øki. Wilhelm Petersen, stjóri í felagnum, hevur brúkt nógv av síni tíð til at fáa føroyska felagnum góðkenning uttan fyri landoddarnar eisini. Nú hetta er komið uppá pláss er hann sera fegin og sigur, at hetta er ikki minst einum sera effektivum og professionellum DTI fyri at takka og so tí stóra stuðuli, sum føroyska felagið hevur fingið frá sínum partnarum, her ikki minst Amerada Hess og Dong.


Høvuðsendamálið við stovnanini av felagnum varð at tryggja føroyska luttøku í einari møguligari føroyskari oljuvinnu . Hetta skuldi gerast við at fáa í lag eina samstarvsavtalu við eitt av teimum feløgum ella bólkum, ið søktu um leitiloyvi á føroyskum øki. Treytirnar í samstarvsavtaluni við The Faroes Partnership eru sera góðar fyri Atlantic Petroleum, td. kann nevnast at:


<sum> felagið tekur lut í leitiarbeiðinum við einum ognarparti uppá 0,1%, men hevur møguleika fyri at keypa upp til 5% av loyvinum um leitingin gevur góð úrslit

<sum> felagið hevur møguleika fyri at vera við í øllum leitiarbeiðinum á jøvnum føti við hini feløgini, og kann við hesum ogna sær tann kunnleika og ta vitan ið er neyðug fyri luttøku í oljuleiting og oljuframleiðslu.


Samstarvsfelagarnir hjá Atlantic Petroleum fingu í 19. enska útbjóðingarumfari tillutað 3 loyvir, og við góðkenningini frá ensku myndugleikunum fer felagið nú formelt uppí samarbeiðið hinumegin markið. Atlantic Petroleum hevur longu keypt seg inn í tvey av hesum loyvum, P.1027 og P.1029, sum liggja í blokki 176/20, 204/16 & 21. Hesi loyvi liggja upp at loyvinum hjá The Faroes Partnership í føroyskum øki, og eru sostatt ein nattúrlig víðkan av tí samarbeiði feløgini hava á føroyska sokklinum. Loyvini, ið Atlantic Petroleum nú hevur ein ognarpart í ensku megin markið, eru sera lovandi. Fyrstu boringarnar verða nærsta ár.


Wilhelm Petersen sigur, at felagið sær hesa víðkan sum strategiskt sera góða fyri víðari menning. Atlantic Petroleum hevur síðan stovnanina haft ætlanir um trý virkisøkir: oljuleiting á føroyskum øki, oljuleiting í enskum øki, og sum tað triðja ætlar felagið at keypa seg inn í økir, sum eru framleiðandi.


Avtalan viðvíkjandi loyvunum í enskum øki er lík avtaluni í føroyskum øki. Felagið byrjar við einum lítlum ognarparti, og hevur møguleika fyri at økja ognarpartin seinni.


Sovereign Explorer hevur síðan 20. september borað fyrsta brunnin fyri The Faroes Partnership. Hjá Atlants Kolvetni fylgja tey sera væl við og sigur Wilhelm Petersen, at arbeiðið hevur sum heild gingið eftir ætlan, og rokna tey við at verða liðug um miðjan november.


Um The Faroes Partnership finnur kolvetni í føroyskum øki í slíkum nøgdum, at til ber at útvinna tað vinnuliga, hevur Atlantic Petroleum ætlanir um at økja sín ognarpart í loyvinum til 5%. Kostnaðurin av eini útbygging í samband við eitt slíkt fund verður mettur at verða um 10 mia. kr., og við einum 5% ognarparti skal Atlantic Petroleum av við 500 mio. kr. Saman við kostnaðinum fyri at luttaka í loyvunum ensku megin markið kemur Atlantic Petroleum sostatt í næstum at hava ein stóran kapitaltørv, og felagið fyrireikar í løtuni sína triðju partabrævaútgávu. Ætlanin er at økja partapeningin til 100 mio. kr. Á aðalfundi felagsins tann 22. juni varð samtykt at loyva útlendskum investorum at keypa partabrøv í felagnum. Partabrævaútgávan verður gjørd í samstarvi við bæði føroyskar og útlendskar bankar, og verður væntandi fyrst í komandi ári.


Umframt stjóran, Wilhelm Petersen, arbeiða í løtuni tvey fólk á skrivstovuni hjá Atlantic Petroleum í Havn. Harafturat er ein konsulentur í London knýttur at felagnum.