Oljuleiting
Felagið, sum er við í samtakinum Faroes Partnership, saman við Amerada Hess, Dong og British Gas, er við í einum leitiloyvi á bretskum øki, tætt upp at føroyska markinum. Amerada Hess, sum er fyristøðufelag, hevur leigað boriskipið West Navion til uppgávuna. Amerada Hess skal bora tveir brunnar. Tann fyrra í teiginum, sum liggur tætt uppat loyvinum í føroyskum øki, har Hess í fjør rakti við olju og gass. Henda boringin verður í apríl, mai ella juni og er samtíðis ein metingar- og avmarkingarbrunnur fyri fundið føroysku megin markið. Helst liggur eitt møguliga stórt oljufund báðumegin markið. Hetta verður so fyrstu ferð, at eitt føroyskt oljufelag verður við í leiting uttan fyri landgrunnin.
Stutt eftir hettaskal Amerada Hess bora enn ein brunn. Hesin brunnurin er ein ?explorationwell? og liggur 50 kilometrar norðan fyri Schiehallion. Brunnurin hevur fingið heitið Cambo. Føroyaska oljufelagið er tó ikki við í hesum næsta brunninum. Hjá Atlantic Petrolum er nógv virksemi í hesum døgum, nú teir skulu fyrireika seg til at vera við at bora ein brunn uttan fyri Føroyar ? fyri fyrstu ferð nakrantíð.
Mynd
Stjórin í Amerada Hess Ben Arabo her saman við tveimum av undangongumonnunum í Atlantic Petroleum, Poul Mohr og Mortan Johannesen umborð á Sovereign Explorer. Um ikki so langa tíð gongur leiðin eystur um markið. Mynd Jan Müller
Mynd
Stjórin í Amerada Hess Ben Arabo her saman við tveimum av undangongumonnunum í Atlantic Petroleum, Poul Mohr og Mortan Johannesen umborð á Sovereign Explorer. Um ikki so langa tíð gongur leiðin eystur um markið. Mynd Jan Müller